Hugsa Support
Hvat kunnu vit hjálpa tær við?
Tøkni skal lætta um arbeiðið. Greið okkum frá tí, sum tú hevur brúk fyri hjálp til, so finna vit næsta stig saman.
Byrja her
Dømi um, hvat vit hjálpa við
Tað er ikki neyðugt at vita, hvørja tænastu tú skalt keypa. Greið frá trupulleikanum.
Forrit og broytingar
Nýggir møguleikar í eini skipan, sum longu er í brúki, ella eitt lítið forrit, sum ger eina arbeiðsgongd lættari.
Skipanir, sum virka saman
Verða somu upplýsingar skrásettar fleiri ferðir? Vit knýta skipanir saman, so tær kunnu deila upplýsingarnar.
Sjálvvirkandi arbeiðsgongdir
Vit hjálpa við at gera afturvendandi arbeiði sjálvvirkandi, so tað ikki skal gerast við hondini hvørja ferð.
Teldu- og forritshjálp
Hjálp við innriting, útskrift, neti, telduposti og innstillingum, sum ikki rigga, tá ið tú hevur brúk fyri teimum.
Ráðgeving
Ert tú í iva um, hvar tú skalt byrja? Vit hjálpa tær at finna næsta stig og meta um, hvar vitlíki (AI) kann vera til nyttu.
Excel og Office
Excel- og Office-skjøl við formlum, útrokningum ella samandráttum, sum eru torfør at viðlíkahalda ella lata onnur arbeiða við.
Royndartilboð
Ein arbeiðsgongd, sum vit kunnu gera lættari
Vit hyggja at eini arbeiðsgongd hjá tær og finna saman við tær út av, hvat kann betrast. Tú fært eina ítøkiliga ábót ella eitt tilmæli við teimum týdningarmestu stigunum fyrst. Ein stuttur samandráttur fylgir við.
Upp til 2 tímar fyri ein fastan prís. Tú fært prísin og upplýsingar um MVG-støðuna í tilboðinum, áðrenn tú góðkennir nakað.
Soleiðis gongur tað fyri seg
Tú skrivar
Greið okkum stutt frá tí, sum tú hevur brúk fyri hjálp til. Tað krevur onga kontu og kostar einki at senda fyrispurningin.
Vit lesa og svara
Vit svara við telduposti og seta møguliga nakrar spurningar ella geva tær eina stutta meting av uppgávuni.
Vit avtala
Vit avtala vav og prís, áðrenn gjaldsskyldugt arbeiði byrjar. Einki gjaldsskyldugt arbeiði verður gjørt uttan tína góðkenning.
Vit gera arbeiðið
Tú fært tað, sum vit hava avtalað, og eina stutta frágreiðing um, hvat er gjørt, og hvat tú kanst gera sjálvur.
Vit lova onga ávísa svartíð. Vit svara so skjótt, vit kunnu.
Lat okkum práta saman.
Tú ert eisini vælkomin at skriva beinleiðis til okkara. Vit lesa hvønn teldupost.
Hugsa Support er inngongdin til Hugsa. hugsa.fo